Tónleikur
Jógvan Hansen er nú millum tey 8 síðstu í íslendsku útgávuni av X-Factor kappingini, ið er nógv tann best umtókta sendingin í íslendskum sjónvarpi nakrantíð. Við flestum áskoðaraatkvøðum kom Jógvan uttan trupulleikar víðari fríggjakvøldið, greiðir heimildarmaður okkara í Reykjavík, Jens Guð frá.
- Jógvan sang Leave Right Now hjá Will Young, men tað var so langt frá, at hann noyddist at gera, sum sangurin beyð, tí Jógvan er heilt tryggur orsakað av, hvussu væl dámdur hann er. Serliga millum konufólk er hann vorðin ein sonn superstjørna, sigur Jens Guð.
- Eg var saman við míni 76 ára gomlu mammu og vitjaði hennara 83 ára gomlu systir í vikuskiftinum. Vit sótu og hugdu at sjónvarpi. Tá ein lýsing X-Factor kom, fóru tær at tosa um, hvussu fittur Jógvan sær út, so hann hevur breiðan tokka. Tær báðar duga ikki at sms’a, so tær fáa ikki atkvøtt, men tær yngru kvinnurnar eru dúgligar at atkvøða, sigur Jens Guð.
- Tann, ið varð sendur heim hesa vikuna æt Siggi. Siggi hevur virkað í Føroyum sum trúboði fyri nøkrum árum síðan, har hitti hann konu sína Ranvá Olsen í Havn. Ranvá flutti við honum til Íslands. Siggi plagdi at vera sangari í einum tungmálms bólki, tá hann var yngri, og hann hevði nógvar fjepparar. Fleiri av hesum vóru í øðini, tá hann varð sendur heim.
Nú eru somikið fáir luttakarar eftir, at teir allir eru sera dugnaligir og í hvørjum føri er talan um smá frávik, ið avgera hvør verður verandi og hvør verður sendur heim, greiðir Jens Guð frá.