Jógvan Hansen í fremstu røð í Íslandi

Klaksvíkingurin skal aft­ur í ár kapp­ast um at sleppa at um­boða Ísland í ev­rop­isku sang­kapp­ingini í sjón­varp­i­num, tí hann eigur ein av teimum 15 útvaldu sang­u­num, sum eru við.

Í gjár varð al­manna­kunn­gjørt, hvørjir sangir sleppa við í Söng­vakeppni Sjónvarpsins í Ís­landi. Tilsamans 174 sangir komu inn til kappingina, og ein dóms­nevnd hevur valt 15 burt­ur­úr. Ein av teimum eig­ur Jógv­an Hansen saman við Vign­ir Snær Vigfússon.

Sostatt verður Jógvan við triðja árið á rað, tá fremstu sang- og tónleikanøvn í Ís­landi fara at kappast um at sleppa at umboða Ísland, tá stóra evr­opiska finalan verð­ur í Týsklandi í mai mánaði kom­andi ár. Og ikki er ó­hugs­andi, at Jógvan Hansen enn eina ferð verður millum tey fremstu.

Í fjør vóru bara nakrar og tjúgu atkvøður á muni mill­um hann og vinnaran, Jó­hanna Guðrún, sum í evrop­isku finaluni vann Íslandi eitt flott ann­aðpláss. Jógvan sang í fjør sang­in, »One More Day«, sum Bubbi Morthens hevði skrivað, og í fyrraárið bleiv Jógvan nummar fýra við sang­inum, »I Think The World of You«.

Sigast má, at væl liggur fyri hjá Jógvani at gera um seg sum sangari í Íslandi. Síðani hann í 2006 vann íslendsku út­gáv­una av X Factor-kapp­ing­ini, tá hann fekk 70 pro­sent av atkvøðunum, hev­ur hann javn­an ver­ið frammi í sam­b­andi við bæði fram­­førsl­ur, út­­gáv­ur og – sum nú – kapp­ing­ar.