Tónleikur
Jógvan sang fríggjakvøldið Vertigo hjá U2, og gjørdi hetta somikið sannførandi, at hann ikki kom í vandabólkin, ið dómsnevndin skuldi atkvøða ímillum, og hann er sostatt enn í kappingini um at gerast besta songrødd í Íslandi. Tá avtornaði var tað amerikumaðurin Alan, ið varð sendur heim. Í íslendsku miðlunum tykist at vera semja um, at Jógvan hevur allar møguleikar at gerast ein av finalistunum, greiðir heimildarmaður okkara í Reykjavík, Jens Guð frá.
Íslendsku útgávan av X-Factor kappingini er nógv tann best umtókta sendingin í íslendskum sjónvarpi nakrantíð.
Jens Guð greiðir frá, at Jógvan alsamt gerst betur umtóktur, og á íslendskum blog heimasíðum skriva nógv um hann. Har eru bert rósandi orð at finna.
T.d skriva Dulli og Doni
- Jógvan er nógv bestur og ótrúliga flottur
sí blog.central.is/dulla_og_doni
Meðan Thura skrivar:
- Um eg skal hyggja at hesi sendingin aftur, so verður tað orsakað av Jógvani, tí hann er ein marshmallow.
sí thura.blog.is
Jens Guð greiðir frá, at hann ferðast nógv kring Ísland og alla staðni hann kemur eru viðmælini Jógvan fær tey somu. At hann er so fittur, tað er líkamikið um talan er um ungar kvinnur, gentur ella gamlar konur. Men eisini tey samkyndu hava tikið Jógvan til sín.
- Páll Óskar, ein av dómarunum í sendingini, er kendur diskosangari og hevur m.a. einaferð umboðað Ísland í Eurovision. Hann er samkyndur og hann ger nógv burturúr at greiða fólki frá, hvussu vónbrotin hann er av, at Jógvan ikki er samkyndur, greiðir Jens Guð frá.