Fríggjakvøldið sang fyrrverandi Aria og Kularrøtur sangarin Jógvan Hansen seg víðari í kappingini X-Factor í íslendskum sjónvarpi. Jógvan er nú ein av 9 luttakarum, ið eru eftir í sendingini, ið er best umtókta sjónvarpssending nakrantíð í Íslandi. Áskoðararnir atkvøða við sms-atkvøðum, og síðan velur dómsnevndin millum tey, ið fáa fæstar atkvøður. Í sendingini fríggjadagin vóru tríggir sangarar í vandabólkinum og Jógvan taldist ikki ímillum teirra.
Jógvan sang fríggjakvøldið 80?ára lagið Dancing In The Moonlight hjá Toploader og gjørdi hetta sera sannførandi, sambært heimildarmanni okkara í Íslandi Jens Guð.
sangarin er vorðið eitt sera kent navn í Íslandi eftir, at nakrar vinkonur meldaðu hann til stóru sangkappingina. Í farnu viku hevði Fréttablaðið stóra grein um vælumtókta klaksvíkingin, ið sambært Jens Guð er nýggjasta føroyska superstjørnan í Íslandi.
- Fólk eru farin at spyrja. um einki mark er fyri, hvussu nógvar góðar sangarar Føroyar megnar at fostra. Eivør er longu eitt av størstu tónleikanøvnunum her, og onnur nøvn sum Høgni Lisberg, Lena Andersen, Brandur Enni, Týr, 200, Makrel og Deja Vu hava verið nógv spæld í Íslandi. Við 48.000 íbúgvum tykjast føroyingar at hava eins nógvar góðar sangarar, sum Ísland hevur við sínum 307.000 íbúgvum, og hetta má sigast at vera flott, greiðir Jens Guð frá.