Jógvan Hansen 100 ár

Fríggjadagin 16. november fyllir ein kendur Klakksvíkingur 100 ár. Kanska tey eldru og miðaldrandi vita hvør hann er, men tað knípur hjá teimum yngru.

Talan er um Jógvan Hansen, vanliga nevndur Jógvan hjá Berlinu, er sonur Símun Júst Hansen (úr Mikladali) og Berlinu Samuelsen á Stongunum í Klakksvík. Hagar tey giftust inn hjá Kollfjarðamariu (úr Elduvík), sum var einkja eftir Jógvan Samuelsen (úr Kollafirði) sum sjólætst í 1884.


Tey vóru 10 systkin, har Jógvan er tann er triði í røðini. Á lívi eru í dag Turið á Grømma (91 ár), Martin og Daniella (90 ár).


Jógvan giftist í 1947 við Hannu úr Ánunum, og búsettist tey á Kósini. Tey fingu 3 børn, Jórun, Halgerð og Símun Sofus Berg. Konuna misti hann í 1997 og yngru dóttrina í bestu árum í 2003. Tað setir síni spor.


Longu í 1922, fimtan ára gamal, fór hann til skips við “Guðrun”, sum Guttormur í Árnafirði førdi. Hann var heili seks ár við deyðsiglara, seinast við “Solo” og “Pride”, sum Jens Chr. í Toft førdi.

Fram til fyrra heimsbardaga við ymiskum skipum m.a “Viðoy” og “Stellu Mariu” Tað var hart lív at søkja Suðurlandi við Íslands strendur og onnur ár ofta við Grønland.


Hann at rógva út, men sildi ikki undir krígnum. Tað mesta av tíðini við “Norðan”, og annað fyrifallandi lossingarbeiði til hann gavst fyri aldur. Var tað vandafult at sigla til Ísland og Bretland, eftir og við fiski, so var tað ikki minni vandafult at rógva út tey árini, hóast teir sluppu ótrúliga væl.


Í dag er hann einsamallur í húsi, fyri tað mesta, men hann fær hjálp ígjøgnum dagin. Hann klárar seg heilt væl einsamallur, fylgir við útvarpi og sjónvarpi allan dagin út á kvøldi. Jógvan púra ándsfrískur og minnist óvanliga væl, heilt í smálutir frá barnaárum av. Tó fær hann sær ein lúr hvønn dag, aftaná døgurða.


Eyguni eru ikki so góð nú, men hoyrnini er einki at siga við, og gongdin er so nøkulunda og eisini trappurnar.


Eg vil við hesum fáu orðum ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum og Guðs signing í døgunum sum koma og fleiri góð ár afturat.


Heilsan


Skyldmaður HWH