Sum skattgjaldari eri eg við til at fíggja spunasmiðir og valstríð borgarstjórans. M.a. tí hevði eg væntað mjúkari viðferð, enn at Heðin Mortensen skuldsetir meg sum grannskoðara, valevni og kanska komandi starvsfelaga í býráðnum fyri at ’siga ósatt’ um fíggjarstýring og útreiðsluvøkstur hjá Tórshavnar kommunu.
Stutt sagt havi eg bert víst á:
at síðan 2004 eru útreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu (TK) til rakstur hækkaðar 65% íalt, t.e. yvir 8% um árið,
at skattaprosentið hjá TK er hækkað 2%, úr 18,75% upp í 20,75%,
at hendan sníkjandi hækking í skattatrýstinum hjá TK kom, hvørja ferð ABC-samgongan (Fólkaflokkurin íroknaður) linkaði landsskattatrýstið, sum borgarar í TK tískil onga nyttu fingu av.
at í 2004 var TK skuldarfrí og átti 50 mió kr á bók,
at í 2012 skyldar TK 150 mió kr netto,
at sostatt er fíggjarstøðan hjá TK versnað 200 mió kr eftir tvey valskeið,
at henda skuldarbinding svarar til 68.000 krónur læntar um dagin(!) hvønn dag(!) í átta ár(!),
at í sama tíðarskeiði er inntøkan hjá TK økt 60 mió kr um árið av hægri skattaprosenti,
at TK krevur uml 20% meiri í skatti frá fólki við miðal inntøkum, enn landið ger,
at ein orsøk til, at TK ’bert’ skyldar 150 mió kr er, at skattabyrðan á barnafamiljur o.o. er hækkað 60 mió kr um árið.
Sum valevni á lista A ynski eg, at vend kemur í fíggjarpolitikkin hjá TK. Tað má borgarstjórin skilja og ikki skuldseta meg fyri at ’siga ósatt.’
Tey átøk, eg og hini á lista A, mæla til, eru m.a.:
at útreiðsuvøksturin hjá TK verður tálmaður niður til vanligan prísvøkstur,
at barnafrádrátturin hjá TK verður hækkaður til 10.000 kr pr. barn um árið,
at arbeitt verður fyri, at barnafrádrátturin hjá TK verður broyttur til útgjald, t.e. ’barnakekk’,
at hetta uppskot hjá lista A hevur longu ávirkað sitandi býráð til at hækka barnafrádráttin hjá TK úr 5.500 kr upp í 8.000 kr árliga.
at nú resta bert 2.000 kr í til okkara vallyfti um ’barnakekk’,
at her er einki ’bluff’, Heðin, tí barnafamiljurnar fáa tær 10.000 kr antin sum frádrátt ella útgjald. (Vit á lista A høvdu ynskt útgjald fyri at gera stuðulin til barnafamiljur meiri gjøgnumskygdan),
at heimild frá løgtinginum til TK at hækka skattafría botnfrádráttin verður fingið til vega, so fólk við lág- og miðalinntøkum fáa lutfalsliga mest skattalætta,
at skattafríi botnfrádrátturin hækkar úr 30.000 upp í 40.000 kr,
at barnakekkur (25 mió kr) og botnfrádráttur (28 mió kr) verða fíggjaðir við tí eina skattaprosentinum frá Boðanesheiminum (30 mió kr) og teim øktu inntøkunum í 2013 (20 mió kr). Her resta bert 3 mió kr í, og tað er eitt mikið hóvligt vallyfti.
Fólkaflokkurin er ein sosialur flokkur (ikki sosialistiskur). Vit ynskja trivnað í hvørjari familju, og at fólk behalda størst møguligan part av sínum inntøkum.
Ein sosialistiskur politikkur harafturímóti miðar eftir, at TK leggur hald á sum mest av inntøkunum hjá fólki til kommunal prestiguprojekt upp á bekostning av familjutrivnaðinum.