Nógv ár eru liðin síðani Jógvan á Høvdanum gjørdist landskendur sum teknarin handan teknirøðina Totalt Langt Úti og blaðið Ð. Onkur vil kanska vera við, at hann hevur voksið nakað av ungdómsuppreistrinum av sær, men seinastu árini hevur hann aftur verið nógv at sæð í almenna rúminum, nú einamest sum herleiðari í stríðnum móti Sea Shepherd.
Regluliga hevur hann nýtt teknipennin at føra sítt stríð móti svørtkløddu gestunum, ið hava vitjað landið seinastu árini, og tekningarnar hava fingið so góða móttøku og nógva umtalu, at eisini japanar hava víst henni áhuga. Nakrar av tekningunum eru eisini givnar út í bók í Japan.
Jógvan á Høvdanum hevur altíð havt áhuga í teknirøðum og sigur, at hann hevur teknað alt sítt lív.
- Mamma sigur, at eg havi hildið í einum teknipenni, síðan eg var eitt, tvey ára gamal. Eg tekni øll barnaárini og tá onnur fóru at spæla fótbólt og gera onnur ítriv, sat eg og teknaði. Eg havi teknað alt mítt lív, og tí fellur tað mær lutfalsliga lætt at fara í holt við ymisk evni, við blýantinum í hond, sigur hann.
Sea Shepherd er farið av landinum og seinast vit hoyrdu frá teimum, boðaðu tey frá, at tey ikki komu aftur til Føroya í ár. Hvat ger Jógvan á Høvdanum so?
Hann liggur so heilt víst ikki á latu síðuni. Jógvan á Høvdanum hevur tvær størri verkætlanir í gongd.
Onnur verkætlanin er eitt hugskot, sum hann hevur havt leingi.
- Vit hava ongar føroyskar teknifilmar. Føroyskar røddir eru lagdar til fleiri filmar, men ongir føroyskir filmar, hóast vit hava rættiliga nógvar føroyskar kunstnarar, ið kundu gjørt smáar teknifilmar, sigur klaksvíkingurin.
Hann hevur gjørt fimm filmar higartil og fleiri eru á veg.
- Ætlanin er at gera út við 60 filmar, so teir vera umleið ein tíma tilsamans. Teir vera so at síggja á Youtube, men tað hevði verið stuttligt, um Kringvarp Føroya vísti áhuga og sendi onkrar av teimum onkuntíð, sigur Jógvan á Høvdanum.
Hin verkætlanin er kanska tann meiri krevjandi, tó at hon ikki fyllir tað stóra. Hann hevur sett sær sum mál at tekna eina tekning um dagin í eitt ár.
- Endamálið við hesi verkætlanini er at pressa seg sjálvan at skapa okkurt hvønn dag, eitt sindur sum hjá Tóroddi Poulsen og hansara Ein regla um dagin. Eg havi valt at leggja trýst á meg sjálvan soleiðis, men tað er eitt sunt trýst, sigur Jógvan á Høvdanum.
- Tíbetur havi eg ikki bundið meg til eitt ávíst evni, so ta kann vera ein og hvør tekning, men tað skal vera ein hvønn dag, sigur hann og viðgongur, at onkrar dagar kann vera torført at finna eitt evni.
- Tá er tó gott at minnast til, at man altíð kann nýta seg sjálvan sum evni og flenna at sær sjálvum, sigur hann.









