Jógvan á Festivalin

Tað eru bara smálutir, sum resta, men tað skuldi verið púrasta vist, at X-factor vinnarin fer at rocka á Summ­arFesti­vali­num í august mánaði



- Vit hava tosað við fyri­reikararnar av festivalinum, og alt er so at siga komið í rættlag. Og sjálvur vóni eg í øllum førum, at hetta fer at bera til.
Soleiðis sigur Jógvan Hansen, sum fríggjakvøldið vann stóru íslendsku sang­kappingina, X-factor. Jógv­an er sjálvur klaksvíkingur, og hann hevur eisini eina ferð áður staðið á pallinum á Vágsbøi. Hetta var fyrsta festival-árið, tá Jógvan var partur av framførsluni hjá Hjarnum.
Ta ferðina stóð hann tó fyri tað mesta í bakgrundini við mjúku røddini, men hesa ferð trínur hann av álvara fram í fremstu røð. Hvussu sangskráin til festi­valin fer at síggja út, vita vit ikki enn. Men saman við Jógvani kemur eisini Húsa­orkestrið hjá X-factor, og tí er væl hugsandi, at talan verður um fleiri av løgu­num, sum Jógvan so væl framførdi í kappingini. Eitt nú “Let Me Entertain You” hjá Robbie Williams og “It’s My Life” hjá Jon Bon Jovi.