Landsstýrismaðurin og fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, skal trýsta á knøttin, tá ið seinasta skotið verður latið av í Norðoyatunlinum næsta leygardag.
Jógvan við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík, tá ið hugskotið um undirsjóvartunnilin av fyrstan tíð kom, og tað var borgarstjórin sjálvur, sum setti hol á kjakið, sum vardi í eini 15 ár, áðrenn tað gjørdist veruleiki.
? Eg eri onkuntíð spurdur, um eg fór at sleppa at skjóta seinasta skotið, og eg havi svarað, at tað var ikki tað týdningarmesta, bara tað bleiv skotið. Men tá ið tað er sagt, eri eg sjálvandi fegin um, at eg havi fingið heiðurin at skjóta seinasta skotið, sigur Jógvan við Keldu.
Áheitan um tunnil
Jógvan við Keldu, sum nú landsstýrismaður við innlendismálum, var í 16 ár borgarstjóri í Klaksvík, og tað var miðskeiðis í áttatiárunum, at hugskotið um fasta sambandið um Leirvíksfjørð kom fram alment.
? Í 1986 handaði eg landsverkfrøðinginum eina áheitan um at fara undir at gera undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, men tað gingu nógv ár, áðrenn hetta gjørdist veruleiki, sigur Jógvan við Keldu.
Seint í nítiárunum var aftur kjak um, hvørt tað var ráðiligt at gera ein undirsjóvartunnil til Norðoyggjar, og fleiri búskaparfrøðingar mæltu frá hesum. Politiski viljin var tó við at venda, og nøkur ár seinni samtykti løgtingið Norðoyatunnilin.
Næsta leygardag verður undirsjóvartunnilin skotin ígjøgnum, og tað verður gjørt við hátíðarhaldi í Klaksvík.
Kolveting í samferðsluni
Jógvan við Keldu væntar sær nógv av nýggja sambandinum um Leirvíksfjørð.
? Undirsjóvartunnilin verður ein kollvelting í samferðsluni og fer at hava veldugan týdning fyri økið rundan um. Klaksvík, Fuglafjørður, Leirvík, Gøta og Skálafjørðurin eru eitt sterkt øki bæði vinnuliga og mentanarliga, og eg rokni við, at undisjóvartunnilin fer at verða ein miðdepil hesum øki í framtíðini, sigur Jógvan við Keldu.
Ætlanin er, at koyrandi verður um Leirvíksfjørð seinast 1. august í 2006, men møguleiki er fyri, at tunnilin letur upp áðrenn tað, um arbeiðið gongur væl.
***
Fakta
Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin byrjaði í september mánaði 2003. Í desember mánaði sama ár var fyrsta skotið latið av í Leirvík, og nakrar mánaðir seinni skutu teir í Klaksvík.
Norðoyatunnilin kostar umleið 355 milliónir krónur at gera. Landið rindar 235 milliónir, og restin skal fíggjast nýtslugjaldi.
Norðoyatunnilin verður 6,3 kilometrar til longdar, og æltanin er, at tunnilin letur upp seinasta 1. august 2006.