Jógvan Fagraklett heldur fram sum formaður

Eins og Fiskimannafelagið og Føroya Skipara-og Navigatørfelag, helt Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eisini aðalfund millum jóla og nýggjárs

FFU, sum er felagið hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands, er væl nøgt við uppmøtingina til aðalfundin, sum felagið helt millum jóla-og nýggjárshalguna.

Nevndin, sum sat undan fundinum, heldur fram, og tað ger formaðurin, Jógvan Fagraklett úr Kollafirði, eisini.

Soleiðis verður tað kollfirðingur, sum kemur at standa á odda fyri felagnum ? eisini í árinum, sum júst er byrjað.

Næstformaður í nevndini er Høgni W. Høgnesen á Toftum.

Høgni sigur í stuttorðaðum tíðindaskrivi, at fleiri mál vórðu viðgjørd á aðalfundinum, og millum hesi var samdøgursfrádrátturin, sum fekk eina gjølliga viðgerð.

- Enn eru snávingarsteinar, sum skulu ruddast burtur í hesum máli, sigur hann.

Høgni W. Høgnesen sigur, at føroyskir fiskimenn uttanlands høvdu ein góðan og gevandi aðalfund.