Leygarkvøldið skal Jógvan Hansen verða við í innleiðandi kapping í íslendska Grand Prixnum. Jógvan syngur sangin Til Tín saman við songkvinnuni Stefanía Svavarsdóttir. Um vikuskiftið eru innleiðandi kappingar fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og tríggir sangir koma víðari frá hvørjum umfari. Næsta vikuskiftið verður finalan.
Íslendskt Grand Prix
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið