Jógvan er leikbannaður

Tað verður ikki Jógvan Arge, sum fer at hoyrast í Útvarpinum, tá landsdystir verða leiktir á Cypros og í Írlandi í næstum.
Býráðsvalið stundar eisini til í Havn, og her er Jógvan sum kunnugt ein av kandidatunum á tjóðveldisflokkinum. Tað hevur so viðført, at Arge-maðurin er leikbannaður hesaferð. Ístaðin verður útvarpsmanningin væntandi soleiðis, at Súni Merkistein verður einsamallur við mikrofonini á Cypros, meðan hann í Írlandi fer at fáa hjálp frá Hilmari Jan Hansen.
Hetta er bara næsta landsliðsferðin, at Jógvan ikki verður við mikrofonina, síðani Føroyar fóru at spæla undankappingardystir. Tá Føroyar á heysti 2001 leiktu útidyst móti Jugoslavia, sá Jógvan sær ikki umstøður at fara til tann dystin.