Jógvan er 17. besti bogaskjútti í Evropa

Seinastu viku hevur evropiska meistarakappingin í bogaskjóting verið hildin í heimstaði Robin Hoods, Nottingham í Onglandi.

 

Føroyar hava eisini verið umboðaðar til hesa kapping. Jógvan Niclasen, sum er mettur sum ein av bestu bogaskjúttum okkara, var einsamalla føroyska umboðið, og hon hilnaðist heilt væl.

 

Í innleiðandi umfarinum gjørdist hann nummar 48, men so gekk betur. Hann vann fyrsta dystin í finaluskjótingini móti honum, sum endaði nummar 65. Síðani vann hann aftur móti honum, sum endaði nummar 17.

 

Í triðja umfari møtti hann Peter Elzinga, sum er ein av heimsins bestu bogaskjúttum. Tá gekk tað ikki longur hjá Jógvani Niclasen, sum tapti. Peter Elzinga endaði nummar tvey í kappingini.

 

Jógvan Niclasen endaði sum nummar 17. Danin Stephan Hansen gjørdist evropiskur meistari, meðan Dominique Genet úr Fraklandi endaði nummar trý.