Jógvan Elias Thomassen leggur frá sær á Landssjúkrahúsinum

   

Seinnapartin í dag, fríggjadagin hin 23. mai, hevur Landssjúkrahúsið fráfaringarsamkomu (reseptión) fyri Jógvan Elias Thomassen. Og hann er í sjúkrahúshøpi ikki hvør sum helst, síðani hann í samfull 36 ár trúfast og óslitið hevur tænt hesum stovni í fleiri kravmiklum álitisstørvum.
Jógvan Elias er úr góðum bergi brotin og eitur eftir abba sínum, einum í síni tíð so virknum og framburðshugaðum vinnulívsmanni, at honum m.a. varð ognað eitt bind av Føroya Siglingarsøgu.
Mamma Jógvan Elias var av Højgaardsfólkunum, sum í síni tíð brutu upp úr nýggjum í Rituvík.
Sjálvur fór Jógvan Elias blaðungur burtur av oynni í framhaldsskúla, sum tá á døgum mundi falla fáum ungfólkum í lut.
Heimafturkomin arbeiddi hann árini 1955-57 sum skrivstovumaður í fedranna handils-og útgerðarfyritøku.
Næstu 2 árini er hann so niðri at nema sær statsgóðkendan handilskunnleika og haðani beinleiðis til London til framhaldsút-búgving.
Árini 1958-60 er hann so aftur til arbeiðis heima í familjufyritøkuni, fyri síðani næstu 2 árini at starvast í grannskoðarafyritøku niðri.
Sostatt skuldi Jógvan Elias verið væl fyri bæði í ástøði og verki innan fíggjarviðurskifti og umsiting.
Enn einaferð heimafturkomin, starvaðist hann fyrst í samfull 6 ár sum bókhaldari hjá eini av størstu byggifyritøkunum við stórum anleggsarbeiði kring alt landið.
Tíðliga í 1967 fær hann so starv á Landssjúkrahúsinum sum assistentur á lønardeildini.
Tað man hava verið dugur í honum, tí fá ár seinni er hann royndarsettur yvirassistentur, og stutt eftir gerst hann innan sítt yrki tænastumaður undir danska Innanríkisráðnum, sum um tað mundi bygdi og fíggjaði eitt nýtt og stórt sinnissjúkrahús (Statshospitalið) í Havn.
Hann gjørdist leiðari av lønardeildini, sum síðani gjørdist hin sama fyri alt sjúkrahúsvirksemi í Havn.
Men tað var meira boð eftir honum. Fyrst gjørdist hann fyribilssettur og virkandi varasjúkrahúsleiðari, síðani fatsur í tí starvinum og at enda hava í fleiri umførum verið boð eftir honum at virka á ovastu rók sum beinleiðis sjúkrahúsleiðari, tá tað hava verið rembingar í sjúkrahúsfyrisitingini.
Aftaná seinastu bygnaðarbroytingar í ovastu sjúkrahúsleiðsluni, hevur hann verið leiðari fyri tænastudepilin.
Eyðvitað hevur Jógvan Elias við sínum mongu virkisárum í nógvum ábygdarstørvum á landsins størsta, fjøltáttaða arbeiðs-plássi havt ein sera central-an leik, og sum tann trúgvi og støðufasti tænastumaðurin havt ómetaligan týdn-ing fyri skiftandi leiðslur longri uppi í systeminum.
Hann var maðurin sum hevði eygað fyri øllum, kendi mannagongdir og visti beskeð, og við sínum gløggskygni og sáttliga atburði man hann ikki sjáldan hava átt lykilin til nógvar torførar støður.
Og tí hevur tað so ofta verið litið honum til at taka róðrið í truplum tíðarskeiðum.
Sum leiðari hevur hann, umframt sín fakliga førning, havt ein fyrikomandi verumáta, verið beskeðin og gjørt sær ómak at ferðast millum fólkið og lurtað.
»Spyr Jógvan Elias« hevur so mangan verið svarað í truplum ivaspurningum.
Sum tænastumaður hevur Jógvan Elias verið lýðin og loyalur yvirfyri síni yvirvøld, og eg ivist ikki í, at hann sum so hevur verið settur at útinna eitt og annað, sum hann helst vildi verið fyri uttan, men ongantíð hevur hann, tættur sum fløskan, latið upp sín munn og beklaðað seg.
Og hann lat heldur ikki við seg koma, tá hann einaferð í serliga truplum tíðarskeiði fekk eitt strik ella bæði tvey.
Frá meinigum fólkum í húsinum veit eg, at hann í sínum avgerðum hevur verið rættvísur, praktiskur og mildur.
Jógvan Elias giftast í 1961 Sonju úr heimbygdini, dóttir teirra Dal-Hans (Gásadals) og Honnu úr Lambastovuni í Sørvági.
Tey hava alt sítt hjúnalag búð í einum av hasum snotuligu reyðu húsunum í Kardemummubýnum og eiga synirnar Sakaris og Hans.
Sakaris er sjúkrahús-portørur og var forrestin annar av hasum virðiligu monnunum, sum herfyri í SVF greiddu frá um at taka hond um deyð fólk.
Hans er sjálvstøðugur timburmeistari og sjáldsama knáur at spæla golf.
Tað er nústaðni fyri fáum árum síðan, at Jógvan Elias og tey fingu sær bát, og so væl dámar Jógvan Eliasi og Sonju við at flota, at tað man vera ein rár fríløta, at tú ikki sært ta dámligu sjón ella kann hitta tey bæði saman á báti uppi í fjørðinum.
Tað hevur verið mær ein gleði at verið saman við Jógvan Eliasi eitt langt arbeiðslív og eisini at kenna hesi fólk, sum eru trúføst sum trøllið, eitt sindur privat, og við hesum fátæksligu orðum vilja vit bæði, konan og eg, ynskja tykkum alt gott í framtíðini.
?????????
EyJo