Jógvan Elias er føddur og uppvaksin í Sandavági, sonur Jacobu, f. Petersen, og Zacharias Thomsen. Sum ungur fór hann til Danmarkar, har hann fekk sær handilsútbúgving og arbeiddi á einum grannskoðaravirki. Heim aftur komin í 1961 arbeiddi hann sum bókhaldari hjá byggifyritøkuni Danberg & Joensen til 1967, tá hann fekk starv á Landssjúkrahúsinum. Hann byrjaði sum assistentur á lønardeildini og seinni sum yvirassistentur á hesi deild. Jógvan Elias var í fleiri ár varaumjónarmaður á Landssjúkrahúsinum og í tíðarskeiðum sum virkandi sjúkrahússtjóri. Eftir seinastu bygnaðarbroytingarnar í sjúkrahúsleiðsluni hevur hann, síðan 1. februar 1997, verið leiðari á Tænastudeildini á Landssjúkrahúsinum. Jógvan Elias giftist í 1961 við Sonju, f. Petersen, eisini úr Sandavági, tey hava búð í Havn síðan 1961 og eiga synirnar Zacharias og Hans.