Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur einki ímóti tí, um landsstýrismálanevndin ger av at kanna skuldsetingarnar ímóti honum -Tað er bara gott, um nevndin kannar skuldsetingarnar frá Páll Ismarssyni Joensen móti mær, sigur Jógvan á Lakjuni við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Páll Ismarsson Joensen, lærari á Vinnuháskúlanum, sigur í einum lesarabrævi í bløðunum, at Jógvan á Lakjuni tilvitað hevur krógvað skjøl fyri Løgtinginum, so sannleikin um, hvussu roynt varð at siga hann úr starvi, ikki skal koma fram. Lærarin vil eisini vera við, at landsstýrismaðurin lokkaði hann á loynifund á privatum øki, har eingi embætisfólk vóru hjástødd.
- Skuldsetingarnar eru púra burturvið. Eg havi einki at fjala, og tí er tað bara gott, um landsstýrismálanevndin fer at kanna málið, sigur Jógvan á Lakjuni, nú málið er komið í Løgtingið í einum munnligum fyrispurningi frá Torbirni Jacobsen.