Jógvan E. Ósá segði farvæl

Nú flyti eg aftur til Klaksvíkar, har hjartað altíð hevur verið, og nú fari eg at spæla sjónleik, skriva, fylgja við KÍ og Liverpool og røkja øll hini áhugamálini og annars at hava tað gott saman við børnum og abbabørnum. Tað er Jógvan E. Ósá, politistur, sum nú fyrireikar seg at flyta av Glyvrum og í eina av íbúðunum undir Kráarbrekku í heimstaðnum

Jógvan E. Ósá hevur seinastu mongu árini verið ein av væl kendu politistunum í Føroyum. Fríggjadagin 3. desember var síðsti arbeiðsdagurin hjá honum, og 1. mars næsta ár, eftir tænastu í politinum í stívliga 36 ár, fer hann frá við eftirløn. Jógvan er føddur 22. februar í 1943, og verður sostatt 62, tá ið hann fer úr starvinum.
Sum hjá flestu dreingjum í Klaksvík miðskeiðis í fimmti árunum, so fór Jógvan til skips, tá ið hann var 14 ára gamalur. Hann sigldi við Sjúrðarbergi og Martini Sivertsen. Har var hann messudrongur og kokkur, og síðani var hann kokkur við línuskipinum Stellu Mariu og við Kletti, sum Levi hjá Dáva førdi, og við norskum línuskipum. Hann arbeiddi á Dávavirkinum og í kjøthandlinum hjá pápanum, Karl Jákupi Ósá, og tá ið hann søkti inn í politiið, hevði hann í eitt skifti koyrt hýruvogn hjá Hjørleifi Waag Høgnesen.
Omanfyri hundrað fólk - eitt nú starvsfelagar fleiri staðni frá og umboð fyri býráð og trygging og vinir og familja - vóru til móttøkuna 3. desember, og Jógvan var hjartans fegin og takksamur yvir, at so mong møttu upp á Politistøðini í Runavík.
Jógvan eigur fýra børn - Katrin, Símun, Elmar og Steingrím. Katrin og Steingrím búgva í Klaksvík, Símun í Grønlandi og Elmar í Danmark. Tey vóru øll við til móttøkuna, og næsta ættarliðið var eisini væl umboðað.
Fleiri høvdu orðið undir móttøkuni, og millum gávurnar var ein málningur eftir Heðin Kambsdal, sum starvsfelagarnir á støðini í Runavík og Føroya Politistafelag høvdu givið, og sum Sunnrid Traðará handaði.
- Í 1968 sá eg, at tað í bløðunum varð lýst eftir nýggjum politistum. Eg søkti og varð tikin inn, og 15. oktober sama árið fór eg undir útbúgvingina í Tårnby politikreds í Kastrup. 1. juli í 1970 kom eg til Havnar, og síðani havi eg arbeitt í politinum her í landinum, segði Jógvan E. Ósá.
1. juli í 1972 flutti hann til Klaksvíkar, og har var hann inntil 1. apríl í 1989, tá ið hann gjørdist sýslumaður í Sandoy. 1. juni í 1994 gjørdist Jógvan varaleiðari í Runavík, og har hevur hann verið síðani.
Hóast hann er givin at arbeiða, so er ikki alt politistaarbeiðið fingið frá hondini. Í løtuni er Jógvan Bastian politimeistari í Kardamummu í Sjónleikarahúsinum í Havn. Uni Vestureið, politiinspektørur, helt í síni røðu á móttøkuni fyri, at tað eru ikki allir politistar, sum enda sína karrieru sum politimeistari!