Jógvan er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann var sjómaður og arbeiðsmaður, áðrenn hann tann 15. oktober í 1968 kom inn á politiskúlan í Danmark. Hann arbeiddi sum løgreglumaður í Havn frá 1970-72. Í 1972 flutti hann til Klaksvíkar, har hann arbeiddi sum løgreglumaður til 1989. Frá 1989 til 1994 var hann sýslumaður í Sandoynni. Síðan 1994 hevur hann arbeitt sum varaleiðari á Politistøðini í Runavík. Jógvan hevur eisini luttikið í sjónleiki í ymiskum sjónleikarafeløgum í landinum.