Jógvan Durhuus sæti á tingi

Ólavsøkudag tók Jógvan Durhuus í Vestmanna sæti í tingi fyri Nikláa Petersen, tingmann Tjóðveldisfloksins, sum er í farloyvi

Jógvan er næstvaldi á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðurstreymoy. Hann sat á Løgtingið fyri Tjóveldisflokkin frá 1970-1980, frá 1984-1990, burtursæð frá skeiðnum sum landsstýrismaður, og frá 1994-2002. Hann var landstýrismaður og varaløgmaður frá 1985-1989. Jógvan er giftur við Hervør Hanusardóttir, f. við Høgadalsá, úr Havn. Hann var postavgreiðslumaður í Vestmanna í eini 40 ár. Í dag arbeiðir hann á høvuðsdeildini hjá Postverkinum á Óðinshædd í Havn.

Myndatekstur:

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heilsar Jógvani Durhuus vælkomnum

Mynd: Jens Kristian Vang