Jógvan er føddur 7. februar 1910 í Haldarsvík, mamman Maria Dahl, var úr Oyndarfirði og pápin David Davidsen úr Tjørnuvík. Jógvan átti eina systir Astrid, og ein beiggja Hans. Sum tvey ára gamal, kom Jógvan til Elduvíkar til mostur sína Andreu og mann hennara Sofus Haraldsen at verða, tí mamma hansara var sjúk. Andrea og Sofus áttu eingi børn, men seinri fingu tey ein son Alfred, so teir vuksu upp saman sum brøður. Tá Jógvan var 9 ára gamal druknaði fosturpápi hansara, Sofus, hann fórst saman við fimm øðrum elduvíkingum við Ognarbátinum 8. februar 1919, hinir sum fórust vórðu Poul Johs. Poulsen, Johannes Garðshorn, Marius Garðshorn, Hans Henrik Høgnesen og Joen Henrik Høgnesen Tveir mans bjargaðust Johan Haraldsen og Sivert Høgnesen, hettar var ein stórur smeitur fyri alla bygdina, tá bleiv nógv at gera hjá einum 9 ára gomlum dreingi, har skuldi veltast, hoyggjast, skera torv og mangt annað.
Jógvan fór til skips 14 ára gamal, seinri fór hann á maskinskúla í Havn, tá hann var í 20’unum, fór hann í læru á maskinverksmiðjuni Tuxham í Keypmannahavn og gjørdist maskinsmiður. Jógvan giftist í 1937 við Gerdu Jacobsen úr Thisted, tey búsettust í Keypmannahavn, og fing trý børn, Dianu, Stig og Hjørdis. Abbabørnini eru 6 í tali og langabbabørnini eru 8.
Nøkur ár eftir at kona hansara Gerda, sum andaðist í 1970, og pápi mín Jógvan Garðshorn, sum andaðist í 1979, fingu mamma mín Elspa og Jógvan samband við hvønn annan, tey kendust, bæði vóru jú úr Elduvík. Hann flutti aftur til Elduvíkar í 1983. Jógvan er ein ógvuliga fittur maður, og hevur verið ógvuliga virkin til sín aldur, dámdi sera væl at fáast við krýatúr, seyð, høsn og dunnur. Eisini knýtti hann teppir. Bát fekk hann sær eisini, og hevði hann mangar góðar løtur í honum. Mamma og Jógvan fingu nøkur góð ár saman, mamma andaðist í 1994.
Jógvan flutti í Sambýlið á Skála í 2000, har treivst hann sera væl. Í 2006 flutti hann á Eysturoyar røktar- og ellisheim, har hann nú er, og er glaður fyri at verða. Familjan í Danmark er trúgv at vitja hann, eftir at hann flutti aftur til Føroya at búgva.
Nú hann fyllir 100 ár, kemur meginparturin av familju hansara í Danmark at halda henda stóra dag saman við honum. Opið hús verður á Eysturoyar røktar- og ellisheimi sunnudagin 7. februar millum Kl 15 og 17. Eg og mín familja ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við degnum.
Eleina