Jógvan er havnarmaður. Hann arbeiðir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, har hann hevur verið, síðan hann var heilt ungur, tey flestu árini á Brunatryggingini.
Hann er uppvaksin á Dalavegnum saman við 6 syskjum, fýra beiggjum, Johan, Dánjal Malvinus (róptur Beðin), Andrew, Krisjan, og tveimum systrum, Herborg og Elsa Maria (doyði 14 ára gomul í 1972). Forelrini vóru: Hanna, f. Hansen, úr Vátutoft í Klaksvík, og Eli Christiansen úr Havn.
Sum ungir dreingir á Dalavegnun vóru beiggjarnir kendir fyri sínar flottu kassabilar. Ta einu tíðina varð mamman, Hanna, í skemti varð rópt ”kassabilamamman”.
Jógvan hevur ein serligan humoristiskan sans og dugir væl at taka til.
Hann lesur nógvar bøkur, serliga føroyskar, og honum dámar væl at syngja til serlig høvi. Hann hevur eisini áhuga fyri ítrótti, og spældi fótbólt sum ungur. Í dag er tað hugnafótbóltur leygarmorgnar saman við øðrum.
Hann er sera trúfastur, bæði móti arbeiðsfeløgum, famlijuni og í samkomuni í Ebenezer, har hann hevur verið við í frítíðarbeiðinum, næstan síðan tað byrjaði í 60-unum.
Jógvan er giftur við Jónvør, fødd Joensen, úr Leirvík. Tey eiga trý børn: Eli 21, Súsanna 20 og Sólja 15.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.