Fyri lítlari løtu síðan reyk føroyski Jógvan K. Glerfoss úr DM í poker, sum í hesum døgum verður hildið í Casino Copenhagen. Her setti hann punktum á eitt frálíkt avrik, sum við einum fjórða plássi hevur tjent honum 319.000 krónur.
Tað gekk eitt sindur aftur og fram hjá Jógvani, men júst áðrenn hann reyk úr, hevði hann vunnið sær eina rúgvu av kipsum. Hesi øll misti hann tó løtuna seinni, tá ið hann fór all in við par damu, og var óheppin at møta einum pari av kongum, sum sendu hann úr kappingini.
Vinnarin av kappingini fær 1,2 milliónir krónur.