Jógvan á Lakjuni fer at umsita mentanarmál, Bjarni Djurholm vinnumál, og Jógvan við Keldu fer at umsita nýggja aðalráðið, Innlendisráðið.
Hvørki Jógvan við Keldu ella Jógvan á Lakjuni hava áður roynt seg í landsstýri, men báðir hava hollar royndir frá tingarbeiði ? og Jógvan við Keldu hevur harumframt drúgvar royndir í kommunalpolitikki í ein mansaldur. Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár.
Jógvan á Lakjuni er 51 ára gamal og úr Fuglafirði. Hann er sonur Mariu og Jákup Oluf á Lakjuni og er giftur Odvør, sum er dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson í Havn. Jógvan er útbúgvin lærari. Hann var sjómaður frá 1969-72 og fólkaskúlalærari frá 1977-89 og lærari á Handilsskúlanum á Kambsdali síðani 1989.
Hann hevur verið løgtingsmaður síðan mai 1998. Hann sat sum varamaður á tingi í styttri og longri tíðarskeið frá 1989 til 1996.
Jógvan við Keldu er 60 ára gamal. Hann er úr Klaksvík, sonur Giggu og Theodor við Keldu. Hann er giftur Betty, sum er dóttir Betty og Peter Skaale av Toftum. Hann er útbúgvgin innan skrivstovu- og handil frá 1961-64 hjá J. F. Kjølbro í Klaksvík.
Jógvan hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðani 1971, býráðsformaður 1981-88 og aftur frá 1993-2000. Hann hevur verið løgtingsmaður frá 1988-90 og aftur síðani 1998.
Bjarni Djurholm er 46 ára gamal. Hann er úr Kollafirði, sonur Gündu og Niels Paula Djurholm. Hann er giftur Eydnu Djurholm, f. Jacobsen.
Bjarni Djurholm er útbúgving lærari. Hevur starvast sum lærari á Skúlanum á Trøðni 1982-84 og á Tekniska Skúlanum í Havn frá 1984-96. Síðani 1996 hevur hann verið varaskúlastjóri á Eysturskúlanum, higani hann hevur havt farloyvi síðani hann varð landsstýrismaður í august 2000.