Jógvan Asbjørn Skaale sigur við Sosialin, at talan er um 40 oljumálningar - sum allir eru kvinnumyndir.
? Eg royni at mála tað, sum eg havi skil fyri, sigur Jógvan Asbjørn Skaale skemtandi.
Framsýningin letur upp í dag klokkan 16 og opið verður til klokkan 19.
Í morgin leygardagin og sunnudagin verður opið frá klokkan 14 til 19. Mánadagin og týsdagin verður opið frá klokkan 16-19.