Jógvan Arge setti Jazzfestivalin

Tórshavnar Jazzfestivalur byrjaði í kvøld í Norðurlandahúsinum við hugtakandi dupultkonsert hjá svianum Lars Jansson Trio og føroyska bólkinum Plúmm. Festivalurin heldur fram í morgin og sunnudagin.

Tað var Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sum setti Jazzfestivalin.

Hann vísti á, at tað vóru dagar, tá Tórshavnar Jazz- fólka- og bluesfestivalur var í havnargøtum og Norðurlandahúsinum frá miðskeiðis í áttatiárunum.

- Tá høvdu vit í eina góða tíð havt okkara egna lívliga jazzumhvørvi í Havn, eisini saman við útlendskum tónleikarum, men við stórfingna jazzfestivalinum fingu vit mangt slíkt at hoyra og uppliva live, sum hann tók til.

Í síni setanarrøðu segði hann, at áhoyrararnir tóku væl undir við hesum slóðbrótandi festivali og streymaðu í stórum tali til tær mongu forkunnugu konsertirnar – bæði til tey heimskendu nøvnini og til okkara egnu tónleikarar.

- Hetta var ein hending, sum alt landið fekk lut í við dagligum frásagnum í útvarpinum við aktuellum tónleiki og samrøðum, og tey tónleikahugaðu gleddu seg hvørt summar til festivalin. Hetta var ein av ársins meginhendingum í undirhalds- og mentanarlívinum.

Jógvan Arge vísti á, at tað var umráðandi hjá teimum, sum ferðaðust av einum jazzfestivali á annan kring í heiminum, eisini at koma til Føroya, og spírandi tónleikalívið í Havn fekk almikið burturúr. Tónleikararnir, bæði royndir og minni royndir, upplivdu frægar tónleikarar og sangarar, spældu saman við teimum og sluppu eisini at venja undir teirra kønu leiðslu.

Formaðurin í mentanarnevndini helt ongan iva vera um, at jazzfestivalarnir, sum vóru víðkaðir til eisini at fevna um fólkatónleik og blues, vóru til miklan íblástur. Teir góvu fleiri spírum avgerandi skumpið til at royna flogið við útgávum og konsertferðum og til at virka sum meir og minni professionellir tónleikarar.

- Festivalurin setti á sínum øki Havnina á heimskortið. Tórshavnar Jazzfestivalur var ein sjálvsagdur liður millum mangar aðrar festivalar í býum her á leið og kring um í heiminum, og tí kom nógv fólk higar at spæla og at lýða á.

Jógvan Arge segði, at Tórshavnar Jazz-, fólka og bluesfestivalur var eitt brand fyri Havnina. Hann gjørdi sítt til at stuðla upp undir ferðavinnu og tær fyritøkur, sum eisini tá starvaðust fyri at menna okkum á teimum økjum, sum har til hoyra.

- Nú er tátturin tikin uppaftur. Ikki í so stórum vavi sum áður, men hetta er ein góð byrjan at fáa jazzfestivalin í Havn á føtur aftur, og vit kunna fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa forkunnug nøvn á pallin hetta vikuskifti, segði Jógvan Arge m.a. í setanarrøðu síni, tá hann setti Tórshavnar Jazzfestival í kvøld.