Jógvan Arge setir Futt í Býin

Í kvøld setir Futt sjøtul á ólavsøkuna við stórari konsert í Tórsgøtu í Havn Allir teir best umtóktu føroysku bólkarnir, teirra millum Frændur og Páll Finnur Páll, verða við á konsertini.

 

Konsertin byrjar kl. 20.00, og tað verður Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sum setir stóra tiltakið.

 

Jógvan Arge setir eisini ólavsøkuna kl. 14.00 ólavsøkuaftan, og fáar tímar seinni handar hann kappróðrarfólkunum steyp á Kongabrúnni.

 

Jógvan Arge hevur drúgvar royndir sum útvarpsmaður, rithøvundur og politikari og fer í síni heilsu í kvøld at leggja dent á stóra týdningin, sum tónleikur hevur havt fyri Havnina í 100 ár.