Í dag hevur Jógvan Arge 40 ára starvsdag í útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Jógvan Arge varð settur í starv í Útvarpi Føroya tann 1. januar í 1970. Hann hevði tá verið í journalistlæru á donsku tjóðartíðindastovuni Ritzaus Bureau í Mikkel Bryggers Gade í Keypmannahavn síðani 1. januar 1967. Hann hevði gingið á Danmark Journalisthøjskole í Århus veturin 1968-69 og verið í starvslæru á Radioavísini í Danmarks Radio heystið 1969.
Hóast Jógvan Arge varð sagdur úr starvi í Kringvarpinum 16. desember í 2008, so kann hann kortini halda sín 40 ára starvsdag, tí hann hevur kortini øll hesi 40 árini verið í starvi hjá fyrst Útvarpi Føroya og síðani Kringvarpi Føroya, tí í summar gjørdi Mentamálaráðið av at ógilda uppsøgnina av Jógvani Arge, og tí varð hann í oktober aftur settur í starvið, sum hann sostatt ongantíð var farin úr ? men eftir egnum ynski í niðursetta tíð.
Fyrstu árini í útvarpinum var Jógvan Arge programmmedarbeiðari. Í 1979 varð hann settur sum leiðari fyri tíðindadeildini, og í 1989 sum programmleiðari. Hetta starvið hevði hann, til hann varð sagdur úr starvi í 2008. Jógvan Arge segði við Portalin, tá hann kom aftur í útvarpið í oktober, at hann fer at gera samrøðusendingar, frásøgur, siðsøguligt tilfar og annað, sum hann gjørdi áðrenn uppsøgnina. Hann segði eisini, at hann ikki kann avvísa, at tað verður okkurt við ítrótti at gera aftur ? og at hann kanska eisini fer at varpa út kappróður í summar.
Á býráðsvalinum í 2000 varð Jógvan Arge valdur í Tórshavnar Býráð umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann varð afturvaldur bæði í 2004 og í 2008.