Miðlahúsið hevur hugt eftir tølunum hjá einstøku valevnunum og líkt er til, at stórar broytingar eru í væntu í samansetingini av býráðnum.
Javnaðarflokkurin fær fimm umboð vald. Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson eru sólarklárir toppskorarar, men millum næstu umboðini er lítið, sum skilir.
Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø og Halla Samuelsen eru á næstu plássunum her í Havn, men færri enn 20 atkvøður eru niður til Bjørg Dam, Odd Færø og Høgna Joensen.
Hjá Tjóðveldi er líkt til, at Jógvan Arge gerst ov stuttur. Í høllini á Hálsi er hann nummar fýra, aftan fyri Gunvør Balle, ið er toppskorari, Marin Katrinu Frýdal og Turið Horn, sum hevur gjørt eitt sera gott val. Jákup Dam hevur eisini gjørt eitt brandval í Kollafirði og mangt bendir á, at hann fer framm um Jógvan Arge.
Annika Olsen og Bogi Andreasen lata til at taka plássini hjá Fólkaflokkinum, sum merkir, at Sjúrður Olsen ikki verður afturvaldur.
Hjá Sambandsflokkinum eru tvær atkvøður á muni millum Annfinn Brekkstein og Kaj Leo Holm Johannesen, men fyribils er tað til fyrimun fyri Annfinn Brekkstein.
Hjá Framsókn er tað Bergun Kass, sum hevur fingið flest atkvøður.
Her skal tó nógv fyrivarni takast við hesum tølunum, tí allar atkvøðurnar frá smærru valplássunum í kommununi eru ikki tald við enn.
Men so sum tað sær út nú, so verða fýra nýggir limir í Tórshavnar býráð, tá kvøldið er av. Eisini er líkt til, at átta av teimum 13 býráðslimunum verða konufólk.