Jógvan Andrias við nýggjum sangi

Jógvan Andrias Joensen er yrkjari, sangskrivari og fólkasangari úr Klaksvík. Hann gav sína fyrstu fløgu »Soleiðis saman« út í 1999. Nú er hann klárur við sínum fyrsta staklagi »Sólarhvarv«, sum hann skrivaði eftir at hava upplivað sólarmyrkingina 20. mars í 2015. 

 

Orð og lag til »Sólarhvarv« varð skrivað eftir einum degi. Fyltur av íblástri setti Jógvan Andrias seg niður 24. mars í 2016, og úrslitið var vakra yrkingin og lagið, ið nú er tøkt. 

 

Jógvan Andrias var saman við familjuni og eini 1.000 øðrum fólkum niðri í Gil við Borðoyarvík, tá sólarmyrkingin var. Hann varð stórliga hugtikin av hesum, og hann sigur sjálvur, at hann kendi seg ikki lidnan við upplivingina. Tað var hetta sum gjørdi, at hann setti seg at skriva sangin. Heitið »Sólarhvarv« er nýtt orð, ið varð gjørt til eitt tiltak, ið Jógvan Andrias saman við øðrum skipaði fyri í Spaniastovu sama dag, sum sólarmyrkingin var.  

 

Tá lagið skuldi spælast inn vóru av bestu tónleikarunum í landinum savnaðir. Upptøkan varð gjørd í Studio Bloch, og eisini sangarar úr Tórshavnar manskórið sungu við. 

 

Úrslitið kann nú fáast á digitalu tænastunum so sum iTunes og Spotify.