Nýggi leiðarin í Virkishúsinum fyri Ung í Klaksvík, Jógvan Andrias Joensen, hevur drúgvar starvsroyndir innan mentanarligt virksemi, bæði innan- og uttanlands Mánadagin tók hann við starvinum.
Hann avloysir Beintu Árnadóttir Gregersen, sum var við frá byrjan og segði upp eftir útivið fimm ár í starvinum.
Jógvan Andrias hevur verið virkin sum ítróttarmaður innan eitt nú fótbólt, badminton og borðtennis. Jógvan hevur eisini drúgvar royndir sum ungdóms- og seniorvenjari.
Innan tónleikin hevur hann verið við í fløguútgávum, bæði saman við øðrum. Jógvan Andrias hevur eisini verið virkin fyriskipari av konsertum, eitt nú í Leikalund, o.ø. mentanartiltøkum seinastu tvey árini.
Jógvan Andrias hevur nomið hægri lestur í Noregi sum ex. phil í Tromsø og grundfak í antropologi; eitt ár í fólkatónleiki og tvey ár í mentanarstudii í Høgskolen í Telemark.
Millum starvsroyndir Jógvans eru sjey ár sum mentanarleiðari í Fjaler kommunu í Noregi frá 2001 til 2008, har hann eitt nú hevði ábyrgdina av málsøkinum børn og ung og var ráðgevi hjá Kommunustýrinum fyri ung.