Jógvan Andreas í Smiðjuni

Jógvan Andreas á Brúnni er 30 ára gamal og uppvaksin í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgving á myndlistaskúla í Keypmannahavn og listaskúla í London.

Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hann er eisini kendur sum trummuleikari í ORKA og í GESTUM, tveimum av teimum mest nýskapandi føroysku tónleikabólkunum seinastu mongu árini.

Sum listamaður fevnir Jógvan Andreas sera víða. Hann hevur altíð teknað og sigur sjálvur, at hann frá barnsbeini av hevur kent seg noyddan at tekna. Stílurin er seregin, og málningarnir eru oftast merktir av teimum skiftandi hugstøðum, ið hann sum persónur við skiftandi hugalagið hevur upplivað.

Hann hevur arbeitt sum fotografur og grafiskur sniðgevi, og royndirnar hava ment eyga og hegni fyri kompositión og perspektivi, og setir hetta sín dám á hansara myndir.

Jógvan Andreas málar út frá sinnisstøðum, og málningarnir kunnu tí eisini lýsast sum skiftandi hugmyndir, ið viðgera kenslur so sum longsul, hugmóð, sorg og ekstasa. Áður hava málningarnir hjá honum serliga myndað nútímans eksistentiellan angist, og litirnir hava í stóram mun verið myrkir, men í hesi røðini verða djarvari litir nýttir.

Um framsýningina:

Framsýningin kann sigast at viðgera mótsetningarnar millum tað menniskjaskapaða og náttúruna – tað nátúrliga og ónátúrliga – og millum framtíðina og minnir. Seinastu tvey árini hevur Jógvan Andreas einans málað oljumálningar, og hetta er hansara fyrsta framsýning við einans oljumálningum. Í myndarøðini brýtur Jógvan Andreas í ávísan mun upp úr nýggjum. Formurin er nú meira einfaldur, og einstaka subjektið fær størri rúmd í myndini.

Spennið millum litríku og døpru myndirnar av stórbýinum og nostalgisku myndirnar úr heimlandinum lýsir kanska væl skiftandi sinnið hjá listamanninum og útisetanum. Samanumtikið ein eklektisk og nútíðarkend myndarøð, sum ber boð um ein listamann í støðugari menning.