Í dag, hósdagin 20. juli, verður Jógvan Adolf Johannesen í Dali 70 ár. Hann var løgtingsmaður í tíggju ár, og hann var í mong ár millum tey fremstu í vinnulívinum í Sandoy.
Jógvan verður hann nevndur í Dali, og uttanbýggja verður hann róptur Jógvan Adolf. Foreldrini vóru Frida og Sofus Johannesen, sum bæði vóru úr Dali. Jógvan er elstur, og hann eigur tveir brøður - Vitus í Dali og Hans Marius í Havnini.
Sum unglingi sigldi Jógvan við føroyskum, íslendskum og norskum fiskiskipum. Veturin 1957-58 var hann næmingur á Føroya Fólkaháskúla, og í 1962 leyk hann prógv á Føroya Læraraskúla. 1962-68 var hann lærari í Rituvík, í 1968 varð hann lærari í Skopun, har hann í 1970 gjørdist fyrsti lærari. Í tí starvinum sat hann, inntil hann 1. august í 1997 legði lærarastarvið frá sær.
1967-68 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í føroyskum máli og bókmentum, og hann var á fleiri skeiðum fyri at nema sær kunnleika at undirvísa seinmentum børnum.
Í august 1972 keypti Jógvan saman við øðrum danska 50 tons trolbátin Dalbúgvan úr Esbjerg. Ein annar av ánarunum, Ólavur í Klæmintsstovu í Dali, førdi bátin, sum teir løgdu nógv fyri við, og tað hilnaðist væl. Har vóru raskir menn uppií bæði á sjógvi og landi, og Jógvan var nærlagdur og altíð tøkur reiðari.
Í 1985 keyptu teir eitt par úr Vestmanna. Trolararnir vórðu nevndir Hádegisklettur og Stígarklettur. Synirnir hjá Ólavi í Klæmintsstovu vóru tá komnir til mans og vóru við til at føra bátarnar. Tað lá væl fyri, og trolararnir høvdu stóran týdning fyri flakavirkini í Sandoy.
Gongdin var tann sama, tá ið teir síðst í áttati árunum høvdu skift hesar báðar trolararnar út við Stígarklett og Hádegisklett, sum teir lótu byggja á Tórshavnar Skipasmiðju. Teir áttu eisini eitt skifti rækjutrolaran Sævarklett.
Tá ið kreppan av álvara gjørdi um seg, fóru skipini úr Sandoy. Men Jógvan gavst ikki á hondum. Vinnuloysið var stórt í Sandoy, og fólkatalið minkaði. Tí galt tað nógv um hjá Jógvani at fáa vinnuvirksemið upp aftur at standa. Hann var drívmegin og fekk góðar menn afturat sær. Tá ið alt lá í skeljasorði, keyptu teir í 1995 Eysturbúgvan, sum kom úr Vestmanna, har hann hevði itið Gullberg. Skjótt eftir at teir høvdu keypt Eysturbúgvan, var aftur fiskur at fáa, og tað royndist væl hjá teimum.
Nú eru nøkur ár síðani, at Jógvan gavst við reiðaravirkseminum.
Í 1971 gjørdist Jógvan skrivari í Skopunar bygdarráði. Tað starvið røkti hann inntil í 1992.
Í 1988 varð Jógvan valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Sandoyar valdømi. Hann sat á tingi inntil í 1998. Jógvan umboðaði í Løgtinginum bæði Javnaðarflokkin og Sandoyar valdømi. Hann var ein av undangongumonnunum, tá ið Sandoyar ætlanin varð fingin í lag. Ætlanin var góð lopfjøl hjá teimum, sum fóru undir aftur at reka flakavirkini á Sandi og í Skopun. Saman við skipum og bátum, sum hoyra heima í oynni, hevur hetta verið vinnuliga grundarlagið undir trivnaðinum í oynni.
Jógvan hevur altíð verið áhugaður í føroyskari mentan í breiðum týdningi. Jógvan hevur verið kvæðakempa, og í tíggju ár var hann formaður í Sláið ring, landsfelagnum fyri dansifeløg.
Nú býr Jógvan í barnaheiminum í Dali, sum verður nevnt í Putlhúsinum, og sum Jógvan hevur latið seta í góðan stand.