Í Fótbóltspanelinum í dag, sum verður á Rás2 frá klokkan 16 til 17, er fráfarni venjarin hjá ÍF, Jógvan Martin Olsen, gestur. Hann kemur at greiða nærri frá avgerðini um at gevast sum venjari og annars tosa um landskappingina 2016.
Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17
Eisini verður hugt nærri at 9. umfari, sum verður sunnudagin. Umframt tað, so kanst tú vinna eitt atgongumerki til Voxbotn. Lurta eftir sendingini á Rás2 og hoyr hvussu tú kanst vinna atgongumerki.
Effo-deildini 9. umfar:
Sunnudagin:
ÍF - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur - B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ - B68 (15.00)
Skála - TB (15.00)
NSÍ - AB (15.00)