Í bløðunum um dagarnar sigur Símun á Høvdanum, at undirritaði ikki hevur hildið orð, tá um avgreiðslugjaldið uppá 30 kr ræður, sum Toll- og Skattstovan krevur, nú fyritøkur gera arbeiðið vegna myndugleikarnar.
SáH setti spurningin til Fólkaflokkin í ÚF-kjaki undan løgtingsvalinum fyri ári síðani, har trý fólkafloksvalevni svaraðu spurningum frá lurtarum.
Undanfarni løgmaður og núverandi formaður í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, undirritaði og Fólkaflokkurin hava verið samd um, at tá tollautomatiseringin er framd, so skal vinnan nýta hesa tænastu kotsnaðarleyst. Fyritøkurnar gera tá vituligt arbeiðið fyri tað almenna.
Tí heldur Fólkaflokkurin fast við sjónarmiðið um, at avgreiðslugjaldið eigur at falla burtur og var hetta jú eisini støðan undan seinasta løgtingsvali.
Fólkafloksins sjónarmið eru landsstýrismanninum í fíggjarmálum kunnug. Hann hevur málsræði á økinum og ger sostatt av nær gjalið verður strikað. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eisini boðaða frá, at tá tollautomatiseringin er virkin um alt landið, vil hann taka avgreiðaluavgjaldið til endurmetingar við tí fyri eyga at strika tað.
So, Símun á Høvdanum, bæði undirritaði og Fólkaflokkurin halda við støðuna undan valinum í fjør um kostnaðarleysa avgreiðslutænastu.
Vit seta okkara álit á landsstýrismannin í fíggjarmálum, at hann í næstum fer at avgreiða málið samsvarandi sjálvsagda ynski okkara. Livst so spyrst.
Vinaliga
Bjarni Djurholm