Men eg stilli upp, og her eru nakrir av spurningunum og svarini:
Hvønn flokk stillar upp fyri?
Svar: Javnaðarflokkin.
Hví stillar tú upp?
Svar: Sum eygleiðari og við fingrinum á pulsinum, havi eg í nógv ár, havt tankar og dreymar um, hvussu hetta deiliga lítla landi, kann blíva enn betur at búgva í.
Nógv er gott í Føroyum, men sum ein av teimum, sum havi verið ógvuliga tætt uppá tey menniskju, ið av ymiskum orsøkum, koma illa fyri, havi eg sæð og uppliva hvussu nógvir manglar eru. Tað ynski eg at gera nakað munagott við.
Hvørji eru tíni hjartamál:
Svar: Alt tað sosial øki, við serligum fokus á børn og ung. Men eg havi nógv onnur hjartamáli men hetta er mítt høvus fokus.
Hvørjum fer tú at arbeiða fyri?
Svar: Einum samhaldsføstum samfelag har øll kenna seg væl og har mátistokkurin fyri hvussu samfelagið hevur tað, verður mettur útfrá støðuni hjá veikastu borgarunum.
Lættari og rættari....










