Ísraelsk bløð avdúkaðu í gjár, at tað eru ikki bara palestinar, sum fremja yvirgang. Víðgongdir jødiskir niðursetumenn hava eisini sín yvirgangsfelagsskap og hava skipað fyri fleiri álopum á palestinar.
Sambært bløðunum hava ísraelskir og palestinskir myndugleikar leitað eftir teimum jødisku yvirgangsmonnunum leingi. Bæði ísraelsmenn og palestinar hava lagt niðursetumenninar undir at hava myrt minst níggju palestinar, og í fleiri førum er avdúkað, at teir hava roynt at spreingja palestinskar skúlar í luftina.
Í juli kom gongd á avdúkingarnar, tá ísraelska løgreglan handtók tveir niðursetumenn. Í bili teirra fann løgreglan nógv spreingievni av tí slagnum, sum ísraelski herurin nýtir.
Síðani eru níggju niðursetumenn tiknir, og felags fyri teir allar er, at teir eru fyrrverandi hermenn í ísraelska herinum, skrivar blaðið Haaretz. Keldur í trygdartænastuni siga fyri blaðnum, at menninir vóru snigskjúttar í herinum, og at teir eisini høvdu góðan kunnleika til evnafrøðilig vápn og spreingievni.
Ísraelska løgreglan fekk av álvara illgruna til yvirgangsfelagsskapin hjá niðursetumonnunum, tá ein bumba varð funnin við ein palestinskan gentuskúla í Eysturjerusalem í apríl. Spreingievnið stavaði fyri ísraelska herinum. Seks vikur frammanundan doyði ein palestinskur drongur, tá ein bumba brast uttan fyri ein skúla í bygdini Tzur Baher. Eisini tað spreingievni stavaði frá ísraelska herinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at jødiskir niðursetumenn hava framt yvirgang í palestinskum øki. Tað sama hendi í áttatiárunum, skriva ísraelsku bløðini.