Jødiskir rabbinarar eru í øðini inn á ta heimskendu songkvinnuna Madonnu, tí hon hevur gjørt ein sang um ein deyðan rabbinara. Teir vilja vera við, at tað er guðsspottan, og at songkvinnan verður revsað fyri gerð sína.
Madonna hevur skrivað sangin til heiðurs fyri rabbinaran Yitzhak Luria, hvørs hugsjónir eru grundarlagið undir jødisku sektini Kabbalah. Madonna og maður hennara, Guy Ritchie, hava tikið við læruni hjá Kabbalah-sektini, men rabinararnir siga, at tað gevur henni ikki rætt til at brúka navnið hjá Yitzhak Luria. Teir vísa eisini á, at eftir jødiskari lóg er tað bannað at brúka navnið á einum halgum manni til fíggjarligan vinning.
-Gerð hennara kann ikki góðtakast, men eg kann ikki annað enn biðja fyri henni, tí hon verður revsað í himmalinum, sigur rabbinarin Rafael Cohen við eitt ísraelskt blað.










