Tann serliga amerikanska-jødiska nevndin hevur fingið eina nýggja skrivstovu í Bruxelles. Tá hon varð latin upp í vikuni, segði amerikanski sendiharrin í ES, Rockwell Schnabel, evropearar og amerikanarar eiga at samstarva fyri at beina fyri jødahatrinum, sum eftir hansara tykki er vorðið næstan líka umfatandi sum í tríatiárunum.
Jødiska heimskongressin WJC og tann evropeiska deildin, EJC, hava fyrr lagt ES undir at gera sítt til at eggja til jødahatur, men hesum vísti urranríkispolitiski samskiparin, Javier Solana, aftur. Hann ásannaði, at jødar hava verið fyri ágangi í summum vesturevropeiskum londum seinastu árini, men hann avsannaði, at ES eggjar til jødahatur.
Sambært jødisku heimskonmgressini hevur jødahatrið serliga vundið upp á seg í Fraklandi, men hesum vísir Jacques Chirac, forseti, aftur. Við ísraelska blaðið Yedioth sigur hann, at tað er ein lítil minniluti av teimum evropeisku muslimunum, sum standa fyri áganginum ímóti jødunum, men hann ásannar, at evropearar yvirhøvur hava sína hugsan um stríðið ímillum Ísrael og palestinarnar.