Eg átali hesa tekning og serstakliga tekstin til tekningina, sum er ein efturgjørd láturgering av niðrandi tekstinum yvir eina ta herviligastu av týningarlegum nazista, sum undir seinna heimsbardaga drópu 6 milliónir jødar, av teimum hálvonnur millión børn. Tvær ferðir havi eg vitjað Auschwitz-týningarleguna í Póllandi og kenni enn kuldagjóstur fara gjøgnum mønu og merg bert við hugsanina um hesi stræti og hesar lonir deyðans.
Láturgeran stríði Ísraels ímóti yvirgangi
Ein slík tekning er eisini láturgeran av stríði Ísraels ímóti yvirgangi og sjálvmorðsbumbufólki, sum islamistar royna at senda inn um landamark Ísraels – einans fyri at drepa tey, ið fyri eru. Múrurin, sum ísraelsmenn hava kent seg noyddar at byggja, og nú fara at gera við Reyðahavsstrond Elats og við Gaza, er einans fyri at verja sínar borgarar. Júst hesin múrur, sum bygdur er við Judea og Samaria, hevur víst seg at vera ein sera virkin forðan av yvirgangsatsóknum inn í Ísrael.
Vildu drepa blaðteknaran hjá danska blaðnum »Jyllandsposten« við øks
Undirteksturin í tekningini, at Ísrael við hesum múri avbyrgir seg frá umheiminum er leyst tos og hevur einki við veruleikan av gera. Ísrael avbyrgir seg frá yvirgangsfólki og heilavaskaðum islamistum, sum teimum, ið rændu flogførini í Amerika í 2001 og rendu tey inn í høgu bygningarnar í New York og drópu 3000 sakleys fólk við køldum blóði, og hvørs drápslið reika kring heimin at drepa so mong ósek sum gjørligt, og sum herfyri vildu drepa blaðteknaran hjá danska blaðnum »Jyllandsposten« við øks.
Ferðafólk kenna seg tryggari í Ísrael enn øðrum londum í miðeystri
Einki annað land er so opið mótvegis útheiminum sum Ísrael, sum hevur samvinnu við øll heimsins lond. Ísrael er helst heimsins fremsti framleiðari og útflytari av framkomnari tøkni til allan heimin, umframt alt tað, ið hevur við landbúnaðarframleiðslu og nógv annað at gera. Fá onnur lond taka árliga ímóti so nógvum milliónum av ferðafólki sum Ísrael, og vit ferðafólk kenna okkum tryggari í Ísrael enn í nøkrum øðrum landi í heiminum, júst vegna átøk síni móti yvirgangi.
Ísrael millum tey fyrstu londini at senda hjálp til Haiti
Sama dag, sum jarðskjálvtin var í Haiti, sendi Ísrael eitt úrvalslið av 200 bjargingar- og hjálparfólki við 64 av heimsins fremstu læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og serfrøðingum í bjargingartøkni til hetta vanlukkustadda landið. Hesi settu eftir eini løtu upp eitt sjúkrahús, ið kundi taka 500 særd til viðgerðar. Samstundis hevur Ísrael fluttin hópin av mati og aðrar neyðsynjarútgerð til Haiti. Mánadagin frættist av Haiti, at ísraelska hjálparliðið hendan dagin hevði bjargað 8 lesandi úr toftunum av einum niðurrapaðum skúla.
Ísraelskir tónleikarar í heimsflokki í Norðurlandahúsinum
Í seinastu viku vóru trý tónleikafólk úr Ísrael og framførdu tónleik ymsastaðni kring landið. Eg var í Norðurlandahúsinum og lurtaði eftir hesum úrmælingum. Ongantíð í lívi mínum havi eg hoyrt so vakurt framførdan klaver-, cello-, og fióltónleik. Tað var eins og eitt stórt orkestur, ið fylti Norðurlandahúsið upp í tróðrið og út í hvørja sprungu úti undir vaðingini. Vit áhoyrarar sótu sum negldir í gólvið og bergtiknir inn at sálini.
Hesir jødisku tónleikaúrmælingar vóru russiskir jødar, ið vóru komnir til Ísrael fyrst í 1990-unum – tríggir av eini heilari millión av jødum, sum eru fluttir úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum seinastu 20 árini – og sum Ísrael hevur tikið ímóti við opnum ørmum og opnum landamørkum. Nei, Ísrael avbyrgir seg ikki, men er eitt fyrimyndarliga opið land – einasta veruliga opna landið í Miðeystri.
Um skemtiteknarin hjá Dimmalætting bert hevði havt sovið eina nátt í suður-ísraelska býnum Sderot, har islamisku Hamas-rekettirnar hava regnað oman yvir býin í mong ár til dagin í dag, hevði hann neyvan teknað hesa tekning.
Hann kann tekna niðrandi tekningar um Ísrael, uttan at tað fær avleiðingar fyri hann ella húsfólk hansara, men hevði hann teknað eina líknandi tekning um profetin Mohammed, veit allur heimurin, hvørjar avleiðingar hetta hevði fingið.