Jóansøkuhugni í Funningsfirði

Fríggjakvøldið 24. juni varð skipað fyri jóansøkubáli í Funningsfirði. Bygdanevndin hevði sett upp grillir, borð og pall við bátahylin. Veðrið var av tí allar besta og bæði børn og vaksin høvdu leitað sær til Funningsfjarðar. Fólk nýttu høvið at grilla á stóru grillunum, ið vóru settar upp til endamálið.
Tiltakið byrjaði við at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, helt eina røðu, har hann m.a. vónaði at hetta tiltak fór at vera afturvendandi, og hann gleddist um at fólk úr hinum bygdunum í Kommununi eisini vóru møtt til jóansøkubálið.
Eftir røðuna var felagssangur, har varðaborgarstjórin, Kári P. Højgaard, sang fyri. Seinni var bryggjudansur, har Bjartur Skipanes, Jens Marni Hansen og Bjørn Djurhuus spældu. Eisini vóru dansispøl og føroyskur dansur á skránni.
Tiltakið endaði umleið klokkan 3 um náttina, tá bæði ung og eldri fóru væl nøgd til húsa við ætlanum um at koma aftur til Jóansøkubál í Funningsfirði komandi ár.