Jóansøkufestivalurin í vanda

Vágs Býráð vil ikki lata stuðul til Jóansøkufestivalin. Tað kemur ómetaliga illa við ? eisini hjá handlum og fyritøkum í Vági og Suðuroy annars, sum nú ikki fáa tað, vit skylda teimum, siga fyrireikararnir Vágs Býráð vil ikki lata fíggjarligan stuðul til Jóansøkufestivalin.

Tað avgjørdi eitt samt Vágs Býráð á fundi í vikuni.

Vágs Býráð er samt um at boða fyrireikarunum frá, at royndirnar við Jóansøkufestivalinum hava verið so vánaligar, at tey heldur vilja hava teir at skipa fyri einum øðrum tiltaki, kanska einum suðuroyarfestivali, men hann skal ikki vera á Jóansøku.

Verður eitt slíkt tiltak fyriskipað, eru tey í Vágs Býráði fús at stuðla tí.

Býráðslimir í Vági halda, at Jóansøkufestivalurin í fjør órógvaði Jóansøkuna so illa, at tað er ikki rætt at halda fram við hesum leistinum.

- Bæði skrúðgonga, fótbóltur og onnur tiltøk við, vórðu meiri og minni amputerað og tí heldur býráðið, at talan verður um ein tónleikafestival, sum verður eitt sjálvstøðugt tiltak, sum ikki er á Jóansøku og sum er felags fyri alla oynna, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri.

Kristian Holbæk á Tvøroyri, sum er ein teimum, sum fyrireika festivalin, harmast um avgerðina hjá Vágs Býráð og sigur, at hon kemur ómetaliga illa við.

Hann sær svart upp á at skipa fyri einum festivali, sum ikki er á jóansøku.

- Endamálið var júst at stuðla uppundir jóansøkuna við einum góðum tonleikatiltaki. At festivalurin í fjør miseydnaðist, er ein onnur søga, sigur hann.

Tvøroyrar Býráð hevur annars játtað góðar 100.000 krónur tilsamans, harav helvtin skuldi brúkast til handlar og fyritøkur, sum Jóansøkufestivalurin skyldar pening eftir seinasta festival, sum miseydnaðist fíggjarliga.

Men samtyktin hjá Tvøroyrar Býráð var treytað av, at Vágs Býráð eisini stuðlaði við eini munadyggari upphædd at betala skuld við. Og nú vágbingar siga nei, dettur tilsøgnin frá Tvøroyrar Býráð, burtur.

Kristian Holbæk sigur, at sostatt eru ongin møguleiki at betala handlum og fyritøkum tað, tey eiga til góðar hjá jóansøkufestivalinum og tað er ikki so lítið. Fyrireikararnir hava lagt stóran dent á, at øll skulu fáa tað, tey eiga til góðar, men sum tað sær út nú, verður tað av ongum.

- Hetta rakar ikki minst handlar og fyritøkur í Vági, sum koma at missa nógvan pening.

Kortini leggur hann dent á, at tónleikatiltak verður á jóansøku, um enn tað ikki verður soleiðis, sum fyrireikararnir høvdu ætlað.

Fyribils hava tey eitt stórt altjóða navn og eitt stórt føroyskt navn á skránni og tey koma undir øllum umstøðum. Men enn kann hann ikki avdúka nøvnini.