Tá Gekkurin fríggjakvøldið fer í luftina, er nýggi jóansøkufestivalurin við í spælinum Til ber nevniliga at vinna sær atgongumerkir til Jóansøkufestivalin í Gekkinum fríggjakvøldið. Festivalurin verður hildin á fyrsta sinni í ár og er partur av nú 80 ára gomlu jóansøkuni. As Sweet er eitt av stóru nøvnunum á festivalinum og vøkru og vælsyngjandi genturnar í poppbólkinum Nylon vitja úr Íslandi. Báðir føroysku bólkarnir, sum í hesum døgum eru við í kappingum á sjónvarpsrásini MTV, eru við á jóansøkufestivalinum, umframt nógv onnur føroysk nøvn.