Jóansøkufestivalurin eydnaðist sera væl

Eini 900 fólk leitaði sær á jóansøkufestival á Tvøroyri, siga fyrstu leysligu metingarnar. Serliga var tað høvuðsnavnið Sweet, ið dróg lurtarar í øllum aldursbólkum

Jóansøkufestivalurin eydnaðist sera væl. Eini 900 fólk leitaðu sær á jóansøkufestival, siga fyrstu leysligu metingarnar. Eini 400 atgongumerki vórðu seld í forsølu.
Serliga var tað Sweet, ið dróg. Umboð fyri flest allar aldursbólkar leitaðu sær á jóansøkufestival og serliga Sweet dróg. Festivalurin byrjaði klokkan 18 í fagrasta veðri og helt á til midnátt, tá dansur byrjaði bæði í Tvøroyrar Klubba og í Trongisvágshøllini.
                      Sweet rockaði, men eisini Nylon hevði góða framførslu og føroysku nøvnini, sum Makrel, DejaVu, The Dreams og Paradox settu eina stóru striku undir nøvn síni og vístu, at har er veruliga nakað serstakt, ið vert er at leggja oyru til. Føroysku nøvnini spældu sera væl og var tiltakið tí eisini væl eydnað í enda í annan. Veðrið var eisini gott og helt sær, so eittnú útsýnið av festivaløkinum kom til sín rætt.
                      Fyrireikararnir eru stak væl nøgdir við at so nógv fólk leitaðu sær á Jóansøkufestival og eisini við tónleikaðiligu síðuna av tiltakinum. Høvuðsnavnið var í toppformi og uttan mun til aldur ella  forkunnleika, so bar til at hugna sær við dygdar rocktónum frá nøkrum av teimum, ið nærum hava verið við frá byrjan.                      Og serliga gleðiligt var, at so nógvar av pisunum settu dám á festivalum við  hvítum húgvum av alskins salg og við sera góðum hýri, siga fyrireikararnir.



(Stór frásøgn í blaðnum í morgin)