Um níggjutíðina í kvøld, leygarkvøld, er ætlani at festa í eitt »óalment« Jóansøkubál í Sandágerði Tá Portalurin fyri løtu síðani kom framvið hospitalsvegnum, fingust fýra ungir menn við at stápla plattar upp niðri á sandinum í Sandágerði.
Spurdir, hvat ætlanin var, svaraðu teir fýra, at festast skuldi í bál um eina løtu.
Hetta var nakað, sum var heilt spontant, og teir høvdu als ikki hugsað um siðin, at brenna bál á Jóansøku. Væl er hesin siður danskur, hvør kennir ikki Sankt Hans-bálini? Men vit føroyingar hava ttikið hetta alt meiri og meiri til okkum, og nú er tað púra vanligt at skipa fyri slíkum bálum í nógvum bygdum og býum runt um í landinumm.
Tá vit spyrja, nær ætlanin er at festa í, er svarið : Nú! Tað vildi so siga klokkan hálvgum níggju, men, sum teir siga, so hava vit við føroyingar at gera, so helst dregur tað eitt sindur út. Men teir vóna, at nógv fólk kemur at hugna sær í góða veðrinum.
Og tit, sum lesa portalin, vita í hvussu er nú av, at bál verður í Sandágerði. Um ikki klokkan níggju, so einaferð í kvøld.










