Á jóansøku fara 85 milliónir á rull í Vági

Um ein mánað verður klárt at seta spakan í størstu almennu bygging nakrantíð í Vági

Nú er komið so langt við fyrireikingunum at byggja ellis- og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik í Vági, at alt talar fyri, at tað verður klárt at seta spakan í longu um ein mánað.

Tað siga bæði Herman Lindberg á Landsverki, sum er byggiharri og Kristjan Árnason, sum er limur í bygginevndini.

Løgtingið hevur avgreitt alt lógarverkið í sambandi við byggingina og so skjótt lógirnar eru lýstar og sostatt komnar í gildi, er klárt at fara undir byggingina.

Inntil lógirnar eru lýstar, verður kortini ymiskt fyrireikandi arbeiði gjørt, so at tað verður klárt at byrja, so skjótt sum gjørligt eftir at lógirnar eru lýstar.


85 milliónir

Ellis- og Røktarheimið og økisdepilin verða bygd saman og tilsamans er talan um eitt arbeiði, sum kostar 85 milliónir, tá ið projektering, eftirlit, prísvøkstur, og annað, eru tikin við.

Ellis- og røktarheimið kostar tilsamans 52 milliónir við projektering og eftirlitið og øðrum. Men afturat tí skal so innbúgv keypast og tað er mett at kosta 1,7 millión.

Landið letur 16,8 milliónir í stuðuli til byggingina og tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, taka so 35,2 milliónir í láni til restina. Hinvegin betalir landið allan raksturin.

Økisdepilin kostar 33 milliónir og har betalir landið alt gildið, bæði bygging og rakstur.

Tað verður pláss fyri 24 fólkum á ellis –og røktarheiminum og fyri átta fólkum á økisdeplinum fyri sinnisveik, men harumframt er eisini tvey umlættingarpláss.

Byggingin er mett at taka tvey ár, so á jóansøku í 2011 er komið heilt væl áleiðis til at tað kann takast í nýtslu


Ongar treytir

Tað verður íslendska byggivirkið TG-Verk, sum skal gera arbeiðið.

Tað hava verið nógvar atfinningar ímóti at lata byggivirki úr Íslandi fáa so stór arbeiði í Føroyum, helst í hesum tíðum, nú føroyska byggivinnan eisini hungrar eftir arbeiði.

Men TG- Verk var 6,4 milliónir bíligari enn næstlægsta tilboði og Landsverk hevur áður sagt, at har verður bara hugsað um at fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening og tí verður tikið av bíligasta tilboðnum.

Tað hevur eisini verið ført fram, at í slíkum føri eiga krøv at verða sett til byggivirki um at tað skal búka lokala arbeiðsmegi.

Men Herman Lindberg á Landsverki sigur, at tað verður ikki gjørt.

- Hetta er ein útbjóðing sum allar aðrar og málið verður viðgjørt har eftir og sostatt verða ongar serligar treytir settar til arbeiðsmegi, staðfestir hann.

Les eisini greinina: Bjóða ikki út av nýggjum.