Jóansøkan 2008

Kirstin Strøm Bech borgarstjóri í Vági skrivar jóansøkuheilsan

Jóansøkan hevur verið hildin nú í skjótt níti ár. Fyrstu ferð jóansøkan varð hildin, var í 1925.

Í norðanlondunum var vanligt at halda summarstevnur. Hetta er ein elligamal siður, har fólk frøddust um, at náttúran aftur var komin úr vetrardvalanum, og aftur stendur í fullum blóma. Ymiskt varð lagt í hetta hald, bæði av nátúrligum og yvirnatúrligum. Ein av gomlu siðunum er at kynda bál á jóansøku, fyri at halda teimum óndu og niðurbrótandi kreftunum burtur.


Í dag er ein ørgrynna av summartiltøkum, stevnum, festivalum, bátastevnum o.ø.

Jóansøkan er ein av summarstevnunum, ein ítróttar- og mentanarstevna - har felagsnevnarin er kappróðurin. Afturat kappróðrinum eru onnur tiltøk sum konsertir,framsýningar, dansur, tivoli , møtir og ítróttur.

Av og á síggja nýggj tiltøk dagsins ljós. Summi teirra gerast ein partur av haldinum, meðan onnur detta niðurfyri aftur.

Jóansøkan hevur verið, og er framhaldandi, ein fólkslig veitsla, har møguleiki er hjá okkum at sleppa dagsins strevi, og taka okkum av løttum eina løtu, og at hitta vinir, kenningar og familju til hugnaliga samveru.

Hóast tilboðini eru mong, so hava stevnurnar framvegis stóran týdning. Á stevnunum hittast vit til stuttleikar og gleði, til gaman og álvara, og til spæl og leik. Stevnurnar eru ikki bert til ein ávísan aldursbólk, nei – her hittast bæði ung og gomul, stór og smá.

Tíverri eru vit í Vági í einum aldudali , tá tað ræður um at manna kappróðrarbátar okkara. Flestu bátarnir standa í neystunum, og eru ikki flotaðir í ár. Hóast hetta, so eiga vit ikki at missa mótið. Sum so mangan her í lívinum, so gongur upp og niður. Kappróðurin í Vági er í einum aldudali, men vónandi kemur hann fyri seg aftur.

Hóast vánaligu lokalu undirtøkuna, so kunnu vit taka undir við skaldinum Neptun, tá hann yrkir:


Nú menskir alvar eins og ungar moyggjar

Á firðum fremja mangt eitt ítrótsbragd,

Ein dýrgripur – sum prýðir vára oyggjar –

Tey eru øll – og okkum mikil frægd.


Fari at ynskja øllum, bæði bygdarfólki og gestum, eina góða jóansøku.



Kirstin Strøm Bech

borgarstjóri