Jóansøka í Vestmanna

Eitt av tiltøkunum, sum Vestmanna Ítróttarfelag skipar fyri, og sum eftirhondini er vorðið ein fastur táttur, er jóansøkubálið á sandinum inni á Fitjum.
Soleiðis verður aftur í ár!
Viðrar leygardagin 25. juni skipar Vestmanna Ítróttarfelag fyri jóansøkubáli við hesi skrá:
· Ponyríðing verður frá kl 1700
· Annars verður byrjað kl 1800
· Pylsur verða grillaðar _ eisini fæst okkurt leskandi
· Sungið verður úr grønu sangbók
· Lutaseðlar verða seldir
Nógvir góðir vinningar, m. a. uttanlandsferð, gávukort og útferðir
· Kl 19:30 heldur Karl A. Olsen, borgarstjóri, røðu.

Bálið verður tendrað kl. 20 ella seinni, sigur Vestmanna Ítróttarfelag.