Jóannis Joensen úr SBF vann FM í leirdúgvuskjóting

So er FM í Skeet 2016 av á hesum sinni.

 

Um vikuskiftið skipaði Skjótisamband Føroya fyri FM í skeet 2016. Leygardagin varð skotið á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag (VBF), og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum.

 

Fyrri dagurin var seinasta umfar í liðkappingini, og úrslitini vóru hesi:
Nr. 1: SBF A við 130 dúgvum og 5 stigum
Nr. 2: VBF A við 121 dúgvum og 4 stigum
Nr. 3: VBM A við 115 dúgvum og 3 stigum

 

Endaliga støðan gjørdist at SBF A vann liðkappingina við 29 stigum.

 

Nr. 2 gjørdist VBM A við 17 stigum og nr. 3 gjørdist SBF B við 16 stigum.

 

Øll úrslitini í liðkappingini síggjast á http://goo.gl/JpJU35

 

Eisini var hesin dagurin seinasta umfar á Føroya Cup 2016, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting.

 

Her vann Marius F. Joensen við 209 + 71 dúgvum, nr. 2 gjørdist Sámal E. Debes við 200 + 67 dúgvum og nr. 3 gjørdist Tórur Fløtt við 200 + 65 dúgvum

 

Sí øll úrslitini Føroya Cup kappingini á http://goo.gl/jRbVfW

 

Seinna dagin vóru føroyameistarnir fyri einstaklingar í meistarabólkinum og unglingabólkinum funnir, og varð støðan soleiðis:

 

Meistarar:

Vinnari Jóannis Joensen úr SBF við 109 + 14 + 15 dúgvum

Nr. 2 Tórur Fløtt úr SBF við 105 + 14 + 13 dúgvum

Nr. 3 Marius F. Joensen úr SBF við 119 + 14 + 13 dúgvum

 

Unglingar:

Vinnari Tórur Fløtt úr SBF við 105 dúgvum

Nr. 2 Jóhann Fløtt úr SBF við 103 dúgvum

Nr. 3 Teitur Thorleifsson úr VBF við 100 dúgvum

 

Kappingin gjørdist sera spennandi og jøvn millum bæði einstaklingarnar og liðini.

Eisini setti Marius F. Joensen føroyskt met við 119 dúgvum í teimum innleiðandi umførunum.

 

Sí øll úrslitini frá FM kappingini á http://goo.gl/VAl5Jq

Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.