- Eg haldi tað hevði verið upp á sítt pláss, at vit royna nýggjar leiðir og velja onkran, sum brýtur frá. Jóannes Jakobsen endurtekur enn tað, hann áður hevur ført fram, tá vit eftirlýsa eina reaktión frá honum, um teir tríggjar landsliðskandidatarnar, Sosialurin avdúkaði í gjár. Hesir eru ávíkavist danski Flemming Serritslev, serbiska Luka Kostic og skotski Colin Calderwood.
- Og við hasum trimum nøvnunum, er avgjørt talan um rímiligt tilfar, staðfestir Jóannes Jakobsen. Hann er heldur ikki í iva um, hvønn hann heldur vera mest áhugaverda navni.
- Serritslev er heilt víst ein fantastiskur venjari. Men vit mugu ganga út frá, at hann er nakað tann sama venjaratypan sum Jógvan Martin Olsen, og alt gott um tað.
- Eg haldi tó, at vit eru komin har til nú, at tað hevði verið gott við nýggjum blóði. Har eru Kostic og Calderwood nakrar aðrar typur, við heilt øðrvísi bakgrund, metir Jóannes Jakobsen.
Hann vísir á, at vit við hesum trimum nøvnum í roynd og veru hava við tríggjar ymiskar fótbóltsfilosofiir at gera. Og av hesum hellir Jóannes Jakobsen mest til ta eysturlendsku og til Luka Kostic.
- Eysturlendskan fótbólt kenna vit sum tekniskan og við ógvuliga høgum taktiskum skili. Harumframt er eisini ein øgilig disiplin, greiðir Jóannes Jakobsen frá.
Hetta er nakað øðrvísi enn danski fótbóltsskúlin, sum hevur verið undir atfinningum fyri at vera næstan ov pedagogiskur.
- Og tá vit hava koyrt so leingi í sama spori, hevði tað verið ógvuliga gott við nýggjum blóði.