- Neyvan nakrantíð áður hevur føroyskur politikkur verið so beinharður borgarligur sum við sitandi samgongu. Thatcher og Reagan høvdu uttan iva bliknað.
Tað sigur fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins og løgmaður í tíðargrein í Sosialinum ídag.
Jóannes Eidesgaard mælir tí andstøðuni, fyrst og fremst Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, til at taka seg saman í ein "reyðan blokk", sum við ítøkiligum politikki kann bjóða seg fram.
Í tíðindasendingini á middegi á Rás2 í dag greiddi Jóannes Ejdesgaard frá, hví hann mælir til at gera ein reyðan blokk á Løgtingi.
Hoyr samrøðuna niðanfyri.










